Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Njótið løtuna í viðarlundini í Vági

13. august 2018

Ung í arbeiði hava í summar m.a. verið í viðarlundini í Vági, har nýtt økið við borði og benkrum er gjørt, soleiðis at vitjandi kunnu njóta løtuna í viðarlundini.

Viðarlundin í Vági liggur omanfyri bygdina og útsýnið bæði vestureftir, vestur á Vágseiði, og eystureftir út gjøgnum Vágsfjørð, er einastandandi.

Gøtur eru niðan gjøgnum viðarlundina, hóast tær í støðum eru tungar at ganga. Til ber eisini at leita seg á upplivingarferð inn ímillum trøini í viðarlundini.

 

Last modified: 13. august 2018