TT

Bogaskjóting í Suðuroy

25.10.2021

Tá FøroyaLeikir vóru fyriskipaðir í summar, var Vágur karmur um ítróttagreinarnar svimjing, dart, marathon og bogaskjóting. Síðstnevnda ítróttagrein var so mikið væl nøgd við umstøðurnar og valvildina í Vági og frá Vágs kommunu, at samrást varð um at seta upp útgerð til bogaskjóting í Marghøllini og fáa fyriskipað frálæru, bæði við atlitið til tey, sum ynskja at kappast í bogaskjóting, og til tey, sum bara kundi hugsað sær at roynt bogaskjóting.

Í góðum samstarvi millum Vágs kommunu, Marghøllina, Bogaskjótisambandi og landsliðsvenjaran í bogaskjóting, Kalea Quinn, byrjaði frálæra í bogaskjóting í september. Hesar tveir mánaðirnar, sum bogaskjóting hevur verið í Suðuroynni, hevur undirtøkan verið sera góð. Nógv fólk í øllum aldri hava møtt upp til frálærutímarnar og hava fingið eyguni upp fyri hesi ítróttagrein.

Avgjørt er, at frálæran heldur fram í verandi líki, har øll kunnu koma í Marghøllina at royna bogaskjóting. Frálæran er ónsdag millum klokkan 16.00 og 22.00. Afturat hesum tilboði, so verður skipað fyri venjing til tey, sum ynskja at luttaka í landskappingini í mars 2022 og til komandi FøroyaLeikirnar, sum verða komandi summar, og har Vágur er ein av vertsbýunum. At skipað verður fyri venjing til fólk, sum kundu hugsa sær at luttikið í bogaskjóti kappingum, kemst av høgu undirtøkuni til bogaskjóting í Suðuroy.

Arbeitt verður við at stovna bogaskjótifelag í Suðuroy

Í samband við góðu undirtøkuni og ynski frá bogaskjúttunum, verður nú arbeitt við at stovna eitt bogaskjótifelag í Suðuroy. Við hesum koma ætlandi fleiri frálærutímar til tey, sum ynskja at luttaka í kappingum. Eisini verður arbeitt við at keypa útgerð til felagið og skjúttarnar, m.a. serligar bogar og ørvar til ung og børn. Í løtuni verður útgerðin lánt frá bogaskjótifelagnum Tambar í Tórshavn.

Um felagið verður stovnað í Suðuroynni, so verður tað fjóra bogaskjótifelagið í Føroyum. Hini feløgini eru Tambar í Tórshavn, Ørvur í Runavík og Vágaskot í Miðvági.

 

Til ber at fylgja við á facebook síðini: Archery in Suðuroy.


Deil á facebook