Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Náttúran í framtíðini – fyrilestur stroymdur í Miðlatúni

7. marts 2020

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri einari røð av fyrilestrum í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø- auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tí er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni og í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilestrahaldaran, og møguleiki er at seta spurningar via SMS ella Twitter og fáa live svar eftir fyrilesturin.

Yvirskrift: Náttúran í framtíðini
Fyrilestrahaldari: Professari í økologi Jens-Christian Svenning, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamunnur at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
“Jorden er en levende planet fyldt med mange forskellige livsformer. Men Jordens store befolkning presser nu naturen. Hør hvordan mennesket påvirker Jordens biodiversitet og om konsekvenserne for fremtidens levende natur. Hvilke løsninger skal vi satse på?”
Les meira um fyrilestrarnar her: https://scitech.au.dk/foredrag/PR-materiale/

Last modified: 7. marts 2020