Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingar til Vágs kommunu

18. maj 2021

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja í tíðaravmarkaðum starvið 16. august 2021 og eitt ár fram.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.

Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

 

Setanarviðurskifti

Størvini eri normeraði til 35 tímar um vikuna.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

 

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. Juni 2021 kl. 12.00

 

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

 

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo

Last modified: 18. maj 2021