Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingur til Ungdómshúsið í Vági

22. juni 2017

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til ungdómshúsið í Vági at byrja hálvan august 2017.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugar menning har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á tilboðið.

 

Setanarviðurskifti

Starvið er normera til 25 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðin er frá kl. 15 til 22, 3 dagar um vikuna og annahvørt fríggjakvøld frá kl. 21 til midnátt.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í fyribils tíðaravmarka starv.

 

Skrivlig umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinsta lagi fríggjadagin 7 juli 2017 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

Fo-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

Last modified: 22. juni 2017