Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingur til Dagstovnin í Vági

29. januar 2014

2013-06-Eikilund (2)

Søkt verður eftir námsfrøðingi vegna farloyvi í tíðaravmarkað starv fram til 1. februar 2015.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.
Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

Setanarviðurskifti
Starvið eri normeraði til 20 tímar um vikuna.
Starvið verður sett skjótast tilber.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2014 kl. 12.00

 

Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 733043 ella eikilund@vagur.fo

Last modified: 21. oktober 2014