Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingur til Dagstovnin Eikilund

2. oktober 2015

2013-06-Eikilund (2)

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Dagstovnin Eikilund hjá Vágs kommunu.

Dagstovnurin Eikilund liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin. Vágs kommuna hevur somuleiðis eitt tilboð til børn og ung.

Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á skipanina.

 

Setanarviðurskifti

Starvið eri normeraði til 20 tímar um vikuna í skiftandi vaktum, møguliga eisini kvøld og vikuskifti.

Starvið verður sett skjótast tilber.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

 

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2015 kl. 12.00

 

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo

 

Last modified: 2. oktober 2015