Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til dagstovnin Eikilund í Vági at byrja 14 august 2017.
Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.
Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugar menning har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.
Setanarviðurskifti
Starvið er normerað til 35 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar liggja millum kl. 7.00 og kl. 17.00.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í fyribils tíðaravmarka starv.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðarin, Anna Maria Jacobsen á tlf. 239343.
Skrivlig umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinsta lagi fríggjadagin 7 juli 2017 kl. 12.00.
Vágs kommuna
Vágsvegur 30
Fo-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo
Last modified: 22. juni 2017