Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingar til Dagstovnin í Vági

5. maj 2014

2013-06-Eikilund (2)

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum vegna farloyvi í tíðaravmarkað størv.


Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.

Vit vænta tí at umsøkjarin kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har starvsfólkið kanst verða við at mynda og seta sín dám á stovnin.

Setanarviðurskifti
Starv vegna starvsfólk í farloyvið eri normerað til 35 tímar um vikuna.

Starv vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvið er normerað til 30 tímar um vikuna.

Størvini verður sett frá 18. august 2014.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

 

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. mai 2014 kl. 12.00

Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo

Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 733043 ella eikilund@vagur.fo

Last modified: 20. oktober 2014