Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Námsfrøðingar, hjálparfólk, køksfólk og vikarar til Dagstovnin Eikilund í Vági

20. juni 2013

2013-05-30 Barnagarðurin í Vági

Dagstovnurin Eikilund hevur fleiri størv leys at søkja. Umsóknarfreistin er 8. juil kl. 12.00.

Dagstovnurin Eikilund í Vági hevur hesi størv leys at søkja:
• Ein námsfrøðing til tey 6 ára gomlu, 30 tímar vika.
• Ein námsfrøðing til frítíðarskúla, 23 – 25 tímar vika.
• Eitt farloyvisstarv sum hjálparfólk í vøggustovuni, 30 tímar vika.
• Eitt køksfólk/vikar, 20 tímar viku.
• Tveir avloysarar at brúka tá tørvur er á teimum, onki fast tímatal.

Um stovnin:
Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran setir sín dám á gerandisdagin. Vit hava nýggjar og góðar karmar at arbeiða í, og tørva fólk sum hava dirvið at vera við til at seta dám á virksemi á stovninum.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

Vit bjóða nøkur spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

Setanarviðurskifti:
Løn sambart Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um ongin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

Umsóknarfreist:
Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2013 kl. 12.00.

Vágs kommuna
Vágsvegur 30
Fo-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 733043 ella eikilund@vagur.fo

 

Last modified: 20. juni 2013