Hvørt ár eru fólk úr ymiskum londum á vitjan hjá Vágs kommunu, í dag vitjaðu umboð fyri NAIS (The North-Atlantic Islands’ Student cooperation), sum er eitt samstarv millum lestrarfelagsskapir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
NAIS-bólkurin vitjaði í Vági fyri at kunna seg um Fjarlestrardepilin og hvønn týdning góðir fjarlestrarmøguleikar hava í einum lítlum samfelag.
Dennis Holm, borgarstjóri, tók ímóti og greiddi frá Fjarlestrardeplinum og hevði eisini stutta framløgu um arbeiði við menning í Vágs kommunu seinastu árini.
NAIS-bólkurin skipar eisini hesa vikuna fyri ráðstevnu í Føroyum.
Last modified: 22. oktober 2019