Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Næstan klárt í barnagarðinum

14. maj 2013

2013-05-Barnagardur-nastan-klart

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt av fullari orku við at gera barnagarðin kláran til stóra dagin.

Í gjárkvøldið vóru starvsfólk og gjørdu klárt inni í barnagarðinum, soleiðis at alt er klárt, tá fyrstu børnini koma í barnagarð í morgin, ónsdagin 15. mai.

Landsverk ger seg í dag lidnan við asfaltsarbeiðið kring barnagarðin. Afturat hesum skulu nøkur smáting gerast afturat í økinum kring barnagarðin, hetta taka arbeiðsmenn hjá kommununi sær av.

Børnini eru uttan iva spent at fara inn í nýggja barnagarðin, nú hann letur upp um eitt lítið samdøgur.

Last modified: 14. maj 2013