Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Nærum liðugir at byggja barnagarðin

24. februar 2013

2013-02 Barnagardur (1)

Tað hevur gingið gott at byggja nýggja barnagarðin yviri á Bakka í Vági. Og handverkarar leggja komandi vikurnar seinastu hond á barnagarðin.

Loftini eru nú løgd uppundir. Gólvini verða løgd komandi vikurnar. Og eftir tað verða monteringar av vaskum, komfýrum os.fr. gjørdar.

Farið verður eisini undir at gera økið rundanum sjálvan barnagarðin klárt fyrsta dagin.

Gongst, sum ætlað, so verður barnagarðurin tikin í nýtslu nakað áðrenn summarfrítíðina.

Niðanfyri eru fleiri myndir.

Last modified: 27. februar 2013