Í góðveðrinum leygardagin 30. mai var árligi ruddingardagurin í Vágs kommunu. Veðurgudarnir tóku væl ímóti tiltakinum, tí hetta var helst tann besti dagurin í mai-mánað 2020 – sól, stilli og bláur himmal.
Sum vant vóru nógv fólk á ferð kring um í allari kommununi og ruddaðu. -Og hóast tað sum heild er sera ruddiligt í Vágs kommunu – og tað eiga tykur øll eitt stórt herðaklapp fyri – so varð ruddað uppí ein stóran lastbil hendan vakra leygardagin.
Á middegi bjóðaði Vágs kommuna vatn og frukt á Sandinum – og um kvøldið tóku sjálvboðin stig til ókeypis konsert í Parkini á Sandinum.
Samanumtikið ein framúr góður dagur – og niðanfyri eru nakrar myndir.
Last modified: 4. juni 2020