Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Myndir: Eina spennandi verkætlan farin ígongd

22. juli 2019

Í apríl varð spakin settur í. Í mai varð grivið út. Og nú er gongd komið á planeringina av økinum, har nýggi næmingabústaðurin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy skal byggjast.

Tað er Bústaðir sum er byggiharri og Norcon í Vági, sum byggir næmingabústaðin, sum Ítróttaháskúlin í Suðuroy kemur at leiga frá Bústaðir.

Tá liðugt er at planera verður farið undir at stoypta fundamentini til bygningin og kemur sostatt eisini rættilig gongd á byggjaríið beinanvegin.

Í næmingabústaðinum verður 24 kømur, sum eru ætlaði til tveir ella tríggjar næmingar, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur o.s.fr.

Næmingaheimið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar.

Niðanfyri eru fleiri myndir.

Last modified: 22. juli 2019