Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Musikkskúlin í Vági jólakonsert

1. december 2020

Fríggjadagin 27. november hevði Musikkskúlin í Vági jólakonsert í skúlahøllini í Vágs Skúla. Fiona Parker, musikkskúlaleiðari bjóðaði vælkomin, og eftir hetta vóru framførslur á skránni.

Framførslurnar fevndu um klaver, blásiljóðføri, gittar & sang, trummur og orkestur – og tað vóru eisini sera stólt børn og ung, sum framførdu, til stóra gleði fyri foreldur, systkin, abbar og ommur og onnur avvarandi, sum høvdu lagt leiðina í Vágs skúla at lýða á.

Musikkskúlin í Vági hevur bara 1½ ár á baki. Á sumri í 2019 gjørdi Vágs Býráð av at stovna egnan musikkskúla eftir at hava verið partur av samstarvinum í Musikkskúlanum í Suðuroy í nógv ár. Og frá byrjan hevur Musikkskúlin í Vági verið í einari sera spennandi gongd. Tað leggjast alsamt fleiri næmingar leggjast afturat Musikkskúlanum, umframt at fleiri nýggir bólkar eru stovnaðir. Ikki minst, so er Musikkskúlin í dag sera sjónligur í fólkaskúlanum, og eggjar hetta eisini næmingum at gerast partur av Musikkskúlanum – og tað hava ikki verið so nógvir næmingar á Musikkskúlanum í nógv ár.

Vágs Býráð hevur samtykt at betra um umstøðurnar hjá Musikkskúlanum og er m.a. sett av játtan í 2020 og í 2021 til at gera hølir í Gamla Svimjihyli, soleiðis at Musikkskúlin fær nýggj venjingarhølir, umframt at ein konsertsalur verður í Gamla Svimjihyli. Meiri verður at frætta um hetta í næstum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá konsertini fríggjadagin 27. november.

Last modified: 1. december 2020