Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Móttøka fyri Evropameistaranum í inniróðri

16. januar 2020

Fríggjakvøldið 17. Januar kl. 18.30 verður móttøka fyri Dánjal Martin Hofgaard Evropameistara í inniróðri.

Tað eru Vágs kommuna og Vágs Kappróðrarfelag, sum skipa fyri móttøkuni, sum verður í nýggja kappróðrarneystinum á havnarlagnum í Vági (pakkhúsið uttanfyri havnaskrivstovuna).

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Last modified: 16. januar 2020