Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ruth Smith fagnaður og morgunmatur

6. april 2013

2013-04-RuthSmith-morgunmatur

Leygarmorgun bjóðaði Vágs kommuna morgunmat í smb. við Ruth Smith fagnaðin í Vági.

Dennis Holm, borgarstjóri bjóðaði vegna Vágs Býráð vælkomin:

Góðan morgun øll somul,

Hesa vikuna hava okur fagnað okkara allar fremstu listakvinnu, Ruth Smith, nú tað í gjár vóru 100 ár síðan Ruth Smith varð fødd.

Vikan byrjaði her í Framtíðini við røðum, kórsangi og klaverspæli. Hesar dagarnir hava verið framsýningar og fyrilestrar. Og hæddarpunktið í vikuni var uttan iva dagurin í gjár, tá avdúkað var minnispláta yvir listafólkini Ruth og William Smith í Gamla kirkjugarði – og seinni avdúkað bringumynd av Ruth Smith í savninum í Gamla Skúla.

Og okur eru jú í teirri fantastisku støðu, at tað í Vági er skipað eitt savn eftir hesi fremstu føroysku listakvinnuna nakrantíð.

Eitt savn, sum frá fakfólki fær nógv rósandi orð á leiðini – millum annað frá Inger Smærup Sørensen, sum á Listabloggini skrivar:

“Ruth Smith savnið í Vági veitir tí vitjandi eina poetiska, djúpa og einastandandi fína uppliving. Framsýningarhølið er ikki stórt, men tað er listin og tað tykist mær ógjørligt ikki at gerast bæði ovfarin, hugtikin og ørkymlað á hesum listasavninum. Tí verkini hjá Ruth Smith eru stødd onkrastaðni í millum har, tað er allarmest leikandi lætt og har tað er truplast. Hon nertir tað, sum er allarmest kensluborið og pínufult og tað, sum er allarmest lívsjáttandi. Á ein hátt drálandi og samstundis púra ivaleys førkar listakvinnan seg frameftir á eggini til djúpasta dýpi meðan hon javnvigar við eini neyvleika, sum er ómetaliga sjáldsamur og vakur. Hvørt penslastrok merkir sálina, men hetta eru merki, sum øll menniskju áttu at fingið sær”, Inger Smærup Sørensen á Listabloggini.

Ruth Smith er nógv meiri kend, enn okur í vanliga gerandisdegnum geva far um. Stóra talið av vitjandi, sum ferðast til Ruth Smith Savnið ár um ár, bæði hiðani av landi og uttanlands, bera boð um stóra list, ið fólk vilja ogna sær eitt veruligt inntrykk av á savninum her í býnum.

Nú Ruth Smith fagnaðurin er komin inn í hendan seinasta dagin, vil eg vegna okkum øll, vegna býin, venda eyguni ímóti teimum, sum hava skipað soleiðis fyri, at alt hetta ber til.

Við takksemi eiga okur at viðurkenna tað stóra arbeiðið, sum stigtakararnir til Skálan við Skála, til sjálvt Ruth Smith Savnið, við Jóannes Nolsøe á odda hava gjørt síðan Ruth Smith Savnið varð stovnað.

Eisini eiga okur hjartaliga at takka teimum, sum í eftirfylgjandi árum fram til dagin í dag hava mannað nevndina og sum hesar seinastu dagarnir, vikurnar og mánaðirnar, hava lagt so stóra orku í at skipa hesa vikuna, har okur hava fagnað mætu listakvinnu okkara Ruth Smith.

Lat okkum í felag takka teimum og geva teimum eina hond.

Takk fyri!

 

Dennis Holm, borgarstjóri

 

Fleiri myndir niðanfyri

Last modified: 6. april 2013