Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Morgunmatur fyri eldri leygarmorgun

23. oktober 2014

Vágur sólarris

Leygarmorgun 25. okt. kl. 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Framtíðini í Vági.

Til morgunmatin verður greitt frá eldraátøkunum, sum Vágs kommuna fer at seta í verk komandi mánaðirnar. Talan er í stuttum um átøk innan trivna, rørslu og venjing, og um átøk og tilboð um frálæru innan ymisk øki.

Allir borgarar, 65  ár og eldir, eru hjartaliga vælkomnir í Framtíðina til morgunmat leygardagin kl. 10.

 

 

Last modified: 23. oktober 2014