Fríggjamorgun 17. mars kl. 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Framtíðini í Vági.
Umframt ein góðan morgunmat, so verður sjálvsagt høvið til eitt gott prát.
Allir borgarar, 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir í Framtíðina til morgunmat fríggjamorgun kl. 10.
Tørvar tær bil á staðið, so er at ringja í Miðlatún á tlf. 239390.
Last modified: 14. marts 2017