Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Morgunmatur fyri eldri í Vági 12. apríl

10. april 2019

Fríggjamorgun 12. apríl kl. 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Billardhúsinum (nú Garðslon) í Vági.


Umframt ein góðan morgunmat, so verður sjálvsagt høvið til eitt gott prát.

Allir borgarar, 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir í Billardhúsið (Garðslon) til morgunmat fríggjamorgun kl. 10.

Tørvar tær bil á staðið, so er at ringja í Miðlatún á tlf. 239390.

Morgunmatur fyri eldri er liður í eldraátøkunum, sum Vágs kommuna hevur havt á skrá seinastu árini, sum hava til endamáls m.a. at skapa trivna millum eldri borgarar í Vágs kommunu.

Last modified: 10. april 2019