Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Mint verður á hundalortaposar

29. april 2020

Nú tað er farið at vára við ljósari tíðum og betri veðri eru tað nógv, bæði vaksin og børn, sum njóta løturnar á gongu-, renni, og súklutúrum kring um í kommununi, ikki minst kring Vatnið. 

Hervið fer ein vinarlig áminning til tey, sum hava hund við, um at brúka hundalortaposar, soleiðis at umstøðurnar verða so góðar sum tilber fyri okkum øll. 

Vesturi við Vatnið er stativ til hundalorta-posar sett upp og hundalortaposar kunnu eisini keypast fyri bíligan penga í handlunum.

 

Last modified: 29. april 2020