Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Minnisvarðaøkið fríðkað

19. august 2019

Seinastu árini hevur býarfríðkan verið ovarliga á dagsskránni hjá Vágs kommunu. Tað er eisini sjón fyri søgn kring um í kommununi, at alsamt fleiri økir eru vorðin sera vøkur og innbjóðandi. Í ár er Minnisvarðaøkið í miðbýnum fríðkað.

Millum annað er nýggj gøta løgd niðan til minnisvarðan. Atgongdin til rørslutarnað er eisini hesum sambandi betrað. Á økinum er fleiri økir gjørd við vøkrum blómum og runnum. Og á økinum eru eisini fleiri benkur og borð sett upp, soleiðis at fólk kunnu leita sær niðan á økið at njóta løtuna – og eru fólk vælkomin til tað !

Tað eru Jón Vilhelm og John Signar Toftum í tekniska toyminum hjá Vágs kommunu, sum hava staðið fyri arbeiðinum, og sigast má, at talan er um arbeiði, sum sera væl úr hondum greitt.

Fleiri myndir eru niðanfyri.

Last modified: 19. august 2019