Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðvíst arbeitt við at betra um drekkivatnið

22. september 2016

Miðvatn - Byrgingin4

Hesi seinastu umleið 4 árini hevur verið arbeitt sera miðvíst við at betra um drekkivatnið í Vágs kommunu.

Øll drekkivatnsskipanin er systematisk gjøgnumgingin: rávatns-grundarlag, brunnar, vatnreinsiverk, rørleiðingar, kanningar eru gjørdar úti hjá brúkarum og á virkjum, leitað hevur verið eftir lekum og so framvegis.

Frágreiðing er eisini skrivað, hon er tøk í pdf-formati her.

Síðani eru serkøn fólk biðin inn at ráðgeva um loysnir. Og útfrá hesum eru ítøkiligar loysnir framdar.

Gjøgnumgongd av allari drekkivatnsskipanini staðfesti, at høvuðstrupulleikin var, at rávatnsgrundarlagið (vatn-uppsamlings rennan gjøgnum haganum vestanfyri Hvannadal) var so vánaligt, at tað var ivasamt grundarlag fyri yvirhøvur at fáa gott drekkivatn til borgarar og virkir í Vágs kommunu alt árið.

Av somu orsøk varð gjørt av at flyta rávatnsgrundarlagið niðan á Miðvatn, hetta í tráð við ráðgevingina frá serkønum á økinum.

Vatngóðskan á Miðvatni varð kannað, áðrenn farið varð undir arbeiðið, og royndirnar vóru sera góðar. Óreinsaða vatnið úr Miðvatni var reint og klárt, hevði ongan lukt, og var uttan bakteriur. Í mun til vatnið úr haganum, sum týðugt var skitið, serliga tá tað regnaði nógv. Vatnið úr haganum hevði ofta ein dimman lit og luktaði eisini av mold ella fukt, tí vatnið rennur gjøgnum stóra “mold rennu” í haganum (sí eisini myndir í pdf-frágreiðingini).

Við serkønari ráðgeving varð ætlan løgd fyri nýggja leiðing niðan á Miðvatn. Farið varð í fjør-heyst undir at leggja nýggju rørini niðan á Miðvatn. Hetta arbeiðið kom á mál í februar. Í mars í ár varð bundið í Miðvatn, samstundis sum at “stongt” varð fyri vatninum, sum kom úr haganum.

Vatnroyndir á reinsiverkunum hava eftir hetta staðfest, at tað er munur á góðskuni á vatninum, serliga tá umræður hvussu klárt vatnið er. Leggjast kann afturat, at tað hvønn mánað verða tiknar vatnroyndir á reinsuverkunum, sum verða sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fylgir neyvt vatngóðskuni og eru bakteriur í vatninum, skal boðast frá hesum alment.

 

Grundarlagið er nú gott

Síðan mars mánað í 2016 hevur sostatt verið gott grundarlag fyri at borgarar og virkir í Vágs kommunu kunnu fáa gott og reint vatn.

Arbeitt verður tó framhaldandi við at betra vatngóðskuna og tryggja støðugt góða vatngóðsku. Serkøn eru inn yvir við ráðgeving um dagføringar á vatnreinsiverkinum, bæði í mun til forbrunn og stýringar. Nýggj vatnrør verða nú løgd í vestara parti av Geilini. Og fyrireikingar til eina reinsing av øllum vatn-rørs-netinum eru ígongd.

Hóast rávatnsgrundarlagið við vatni úr Miðvatni nú er gott, so eru tað og koma tað eisini framhaldandi at verða smærri og størri trupulleikar. Summir tí vatn-rørleiðingarnar í pørtum av kommunum eru gamlar, aðrir tí lokalir lekar dálkað vatnið í nærumhvørvinum.

Men við tað at rávatnsgrundarlagið nú er gott, so eru tað eisini stór sannlíkindi fyri at hetta eru trupulleikar, sum ikki verða varandi, men sum kunnu loysast.

Vágs kommuna tekur fráboðanir um vánaliga vatngóðsku í størsta álvará.

Seinastu árini eru nógvar fráboðanar komnar, bæði um lukt og lit á drekkivatninum. Hesar fráboðanir hevur kommunan handlað uppá, og hevur av somu orsøk flutt rávatns-grundarlagið niðan á Miðvatn, har vatngóðskan er góð.

Kommunan hevur verið í samband við fleiri av teimum, sum hava boðað frá trupulleikum í 2014 og 2015, og spurt, hvussu vatngóðskan nú er. Og tey lata nú væl at.

Eru trupulleikar við vatninum hjá tykkum ella í tykkara grannalagið ella økið, so er bara ein loysn, tað er at boðað frá á Kommunuskrivstovuni, soleiðis at málið kann takast upp og loysast.

Kommunuskrivstovan hevur tlf. 663000 ella skriva til vagur@vagur.fo og málið verður beint á rætta stað.

 

At enda kann tó eisini staðfestast, at tað er sannlíkt, at tað av og á kunnu koma støður, har bakteriur eru í drekkivatinum, tí hóast talan er um gott vatn úr Miðvatni, so er framvegis talan er um yvirflatu-vatn, sum áðrenn tað kemur á reinsiverkið kann dálkast av fugli, seyði os.fr. Í flestu førum verður hetta reinsað á reinsuverkunum, men tað kunnu uppstanda støður, har allar bakteriur ikki verða reinsaðar úr drekkivatninum. Eru bakteriur í drekkivatninum, verður sjálvsagt boðað frá hesum alment.

 

Last modified: 22. september 2016