Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðlatún letur uppaftur

5. maj 2020

Frá ónsdagnum 6. mai 2020 letur Miðlatún uppaftur. Í fyrstu atløgu verður opið mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til kl. 15.

Upplatingin av Miðlatúni verður gjørd í tráð við tilmælini frá landsmyndugleikunum um at Føroyar varliga fara at leita alsamt meiri upp, nú tølini fyri corona-smittaði í Føroyum eru sera lág.

Tilmælini fevna tó framvegis um at hava gott handreinføri og at halda frástøðu.

 

Last modified: 5. maj 2020