Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðlatún latið upp fyri almenninginum

16. maj 2015

Dennis Holm Miðlatún

Dennis Holm, borgarstjóri, flutti fram røðu, tá Miðlatún varð latin upp fyri almenninginum leygardagin 16. mai 2015.

Góðu vágbingar, suðuroyingar – góðu vitjandi

Fyri hálvum øðrum ári síðani varð skjøtil settur á at fáa lív í aftur Gamla Posthúsið í Vági – og í veruleikanum hava nógv okkara síðani bíðað í spenningin inntil hesin dagur upprann. -Dagurin tá okur fóru at taka í nýtslu nýggja tænastudepilin í miðbýnum í Vági. Ein tænastudepil sum kemur at húsa býarbókasavninum og kunningarstovuni í Vági.

Tá eg fari at hugsa um býarbókasavnið, so er tað ikki heilt frítt, at tankarnir leitað aftur til tíðina, tá eg var smádrongur. Eg – og nógv onnur inni her við – minnist tíðina, tá bókasavnið helt til í Gamla Skúla, og okur sum børn fóru inn á gólvið at lána bøkur kvøld eftir kvøld.

Tá var plaseringin sera góð, beint við høvuðsvegin, men hølisumstøðurnar vóru kanska ikki nøktandi og helst eisini nakað avmarkandi.

Tá nýggjur skúli varð bygdur uppí gamla skúla úti í býnum og gamli skúli umbygdur og dagførdur, flutti býarbókasavnið út í Vágs skúla. Hølisumstøðurnar gjørdist tá væl betri, men beligginheitin á 3. hædd í uttara parti av Vágs skúla, hevur helst ikki verið hin besta, hóast tænastan hevur verið framúr góð.

Nú flytur býarbókasavnið so aftur í hølir framvið høvuðsvegnum, mitt í miðbýnum í Vági. Umframt góða beligginheit, so eru umstøðurnar eisini framúr góðar, so her er nógv at gleða seg til.

Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í samfelagnum. Býarbókasavnið skal virka við til almenna upplýsing, skal verða stuðul hjá næmingum, lesandi og granskararum. Býarbókasavnið skal eisini eggja til og nøkta tørvin innan lesing og læring hjá almenninginum. Ikki minst, so skal býarbókasavnið eisini stuðla undir at børn og ungu fáa áhuga fyri bókasavninum, fáa áhuga fyri at leita sær vitan og at lesa.

Á býarbókasavninum liggur heimurin víðopin, tí eitt moderna bókasavn fevnir ikki bara um tær bøkur og tey tíðarrit, sum eru her á staðnum, men eisini um atgongd út í stóru verð umvegis interneti – so møguleikarnir her eru í topp.

Umframt býarbókasavn so er kunningarstovan eisini flutt vestur á Gamla Posthús. Við hesum kemur høvuðsportalurin hjá ferðandi, sum vitja í Vági og í Suðuroynni, eisini at verða her í miðbýnum, har hann meiri natúrliga hoyrir heima. Kunningarstovan skiftir eisini navn til Visit Suðuroy, tí tænastan er ætlað allari oynni, ikki bara okkum og vitjandi í Vági.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri. Áhugin fyri at ferðast í egnum landi og hjá útlendingum at koma á okkara leiðir veksur ár um ár. Lítið er at ivast í, at nýggju tilboðini í oynni fara at seta størri krøv til veitan av tænastum til vitjandi, og eru umstøðurnar til tað her á staðnum nú uppaftur betri enn áðrenn.

Út yvir ferðavinnupartin, so hevur kunningarstovan tó eisini lokalt stóran týdning í samband við samskipan og fyriskipan av tiltøkum og átøkum. Her í húsinum fara tað viku eftir viku eisini at verða skipaði ein røð av tiltøkum av ymiskum slagi. Tey nýggju eldratilboðini í Vági verða eisini skipaði út frá húsinum og verður nógv meiri at frætta um tað fyrsta dagin.

Í so máta passar hetta væl til høvuðstankan við hesum húsinum, sum okur jú ynskja skal verða eitt livandi hús, har børn og barnafamiljur leita sær góðanátt søgurnar. Eitt hús, har skúlanæmingar finna skaldsøguna til føroyska stílin ella bókina til uppgávuna í søgu. Eitt stað har tú kann koma inn av gøtuni til ein kaffimunn og eitt prát og lesa bløðini, ella fáa meiri at vita um komandi tiltøk. Eitt stað, har okur bjóða vitjandi kunning um okkara fantastiska lokal samfelag og okkara vøkru oyggj.

Og eg veit, at Heidi og Majken longu nú hava sett á skrá fleiri spennandi tiltøk, so her er nógv at gleða seg til, tí lív verður í húsinum aftur.

Sum liður í at hesin nýggi tænastudepilin nú letur upp fyri almenninginum, fara okur eisini at almannakunngerða nýggja navnið. Og hereftir fer staðið her at virka undir navninum “Miðlatún”.

Uppgávan hjá bæði býarbókasavninum og kunningarstovuni fevna um at miðla vitan, um at miðla vitan um bøkur og bókmentir, um at miðla vitan um tilboð, tænastur og møguleikar her á staðnum.

Gamalt var at man hittist í túninum, og er tað eisini í hesum sambandi, at navnið Miðlatún skal hugsast – staðið har okur koma og hittast og fáa hjálp at finna tað vitan, sum okur hava tørv á.

At enda skal eg bera eina heilsu frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í Mentamálum, sum tíverri ikki fekk verið við í dag.

Og vil eg eisini at enda nýta høvið at takka tykkum, sum hava skipað fyri, at Gamla Posthús nú er endurskapt og letur upp í nýggjum hami. Takk til Tórhall Áslaksson á Teknisku Deild, og til Heidi Kilgour og Majken Gaard, og til handverkaratoymið og arbeiðsmenninar, sum hava verið partur av at bróta niður og byggja uppaftur – og ikki minst takk til tykkum sum hava hjálpt til at gera klárt seinastu vikurnar.

Takk fyri

Last modified: 17. maj 2015