Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðlatún – Býarbókasavn & Visit Suðuroy í miðbýnum í Vági

16. maj 2015

Midlatun-2015-TS (4)

Leygardagin 16. mai 2015 varð nýggi tænastudepilin í miðbýnum í Vági latin upp fyri almenninginum, samstundis sum nýggja navnið Miðlatún varð avdúkað. Miðlatún hýsur býarbókasavninum og kunningarstovuni í Vági, sum nú eitur Visit Suðuroy.


Nógv fólk var komið saman í sokallaða Gamla Posthúsinum í Vági, sum fyrr eisini hevur verið banki og øl-klubbi, men sum nú kemur at virka undir heitinum Miðlatún, har býarbókasavnið og Visit Suðuroy sum nevnt hava heimstað. Umframt eitt modernað býarbókasavn, kunning til ferðandi og vitjandi, atgongd til teldur og internet, so er eisini møguleiki at keypa sær kaffi o.a. í Miðlatúni.

Tá Miðlatún lat upp fyri almenninginum fyrrapartin bjóðaðu Heidi Kilgour og Majken Gaard, sum koma at arbeiða í Miðlatúni við ábyrgd av Visit Suðuroy og býarbókasavninum, vælkomin. Síðani sang Ljómur ein sang, áðrenn Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram røðu og avdúkaði nýggja navnið Miðlatún.

Tað er Arnfinnur Thomassen í Vági, sum er maðurin handan navnið Miðlatún.

Dennis Holm, borgarstjóri greiður frá, at uppgávan hjá bæði býarbókasavninum og kunningarstovuni fevna um at miðla vitan, um at miðla vitan um bøkur og bókmentir, um at miðla vitan um tilboð, tænastur og møguleikar her á staðnum.

– Og tá Arnfinnur Thomassen kom við uppskoti um at knýta orðini miðla og tún saman, og vísti á, at gamalt var at man hittist í túninum, og at taðer í hesum sambandi, at navnið Miðlatún skal hugsast – staðið har okur koma og hittast og fáa hjálp at finna tað vitan, sum okur hava tørv á – so vóru øll á einum máli um, at nýggi tænastudepilin í miðbýnum í Vági skuldi eita MIÐLATÚN, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Borgarstjórin vónar, at fólk bæði her á staðnum og vitjandi fara at taka væl ímóti tilboðnum, sum nú eru flutt í miðbýin, í Miðlatún.

 

Last modified: 16. maj 2015