Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðbýurin tekur skap

1. maj 2014

2014-04-Sapuhus-burtur (6)

Miðbýarætlanin tekur skap, nú Sápuhúsið er tikið niður.

Undan árskiftinum samtykt Vágs Býráð at fara undir at gera dagføring í miðbýnum, soleiðis at miðbýurin gerst meiri innbjóðandi, bæði hjá fólki, handlum og fyritøkum.

Seinasta árið eru gjørdar fleiri dagføringar. P-økið við Fast er gjørt av nýggjum og er fortov flisalagt runt p-økið. Frá Heilsumiðstøðini og út til gamla høvuðssætið hjá Suðuroyar Sparikassa er p-økið eisini dagført við flisalagdum fortovi framvið p-økinum. Og í farnu viku varð farið undir at taka niður sokallaða Sápuhúsið, soleiðis at miðbýurin nú er meiri opin.

Ætlanin fyri økið millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju, har Sápuhúsið stóð, fevnir m.a. um eitt flisalagt torg og flisalagt fortov, umframt p-økið til kundar og brúkarar hjá handils- og tænastufyritøkum í miðbýnum.

Miðbýarætlanin verður framd í fleiri stigum. Og verður ætlandi komið á mál við miðbýarætlanini tíðliga komandi summar.

Last modified: 20. oktober 2014