Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Miðbýurin klárur til summarið

27. juni 2016

cof

Nú er seinasta hond løgd á at dagføra miðbýin í Vági, sum nú eisini er klárur til summarið og jóansøkuna.

Við byrjan av hesum býráðsskeiðinum setti býráðið seg fyri, at miðbýurin í Vági skuldi dagførast, skuldi hava eitt andlitslyft. Ætlan varð gjørd um at flisaleggja gongubreytir, gera parkeringsøkini av nýggjum, og um at taka burtur hús og gera miðbýartorg við sokallaða SEV-húsið.

Byrjað varð vesturi við FAST. Hildið varð áfram framvið Heilsumiðstøðini. Síðani varð parkeringsøkið millum Heilsumiðstøðina og gamla Sparikassan dagført og nýtt bussskýlið varð eisini gjørt.

Í fjør varð so farið undir at nýgera gongubreytina frá gamla Sparikassanum og út til Vágs Skipasmiðju. Í hesum sambandi varð sonevnda Sápihúsið, uttanfyri Hotel Bakkan, eisini tikið niður. Og í økinum millum Hotel Bakkan og Vágs Skipasmiðju er gjørt nýtt parkeringsøkið, umframt eitt flisalagt torg er frammanfyri SEV-húsið. Á torginum eru borð og benkur, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður og njóta løtuna.

Arbeiðið er alt gjørt av arbeiðsmonnunum hjá Vágs kommunu, undir leiðslu av Teknisku Deild. Talan er um framúr gott arbeiði, og eru okur sera stólt um at hava so góð arbeiðsfólk hjá kommununi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Niðanfyri eru nakrar myndir av býarfríðkanin í miðbýnum seinastu 2-3 árini.

 

Last modified: 27. juni 2016