Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Mentanarvirðislønir Landsins vælkomnar til Vágs

16. januar 2014

MNV-SH-15-01-2014 (1)

Á samkomu fyri landsstýrismanninum í Mentamálum, fegnaðist Dennis Holm, borgarstjóri um at Mentanarvirðislønir Landsins vórðu handaðar í Vági.


Røða, sum Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram:

Góðu gestir, góði landsstýrismaðurin í Mentamálum

Enn eina ferð hjartaliga vælkomin til Vágs.

Eg skal vegna Vágs kommunu og borgarar her á staðnum takka fyri, at landsstýrismaðurin hevur givið okkum høvið at hýsa handanini av Mentanarvirðislønum Landsins.

Árliga handanin av Mentanarvirðislønum Landsins er ein góð og hátíðarlig byrjan á enn eitt mentanar ár, har okur, okkara landsmenn og -kvinnur, okkara mongu gestir uttaneftir, kunnu gleða seg til eina røð av fjøltáttaðum mentanartiltøkum, sum røkka út í hvønn krók í landinum.

Fáa staðni í landinum eiga okur ríkari mentan enn júst her í Vági. -Her hava okur formáa at sameina mentan og livandi lív í eini røð av lokalum felagsskapum. -Felagsskapum, sum eru skipaðir av lokalum mentunar-berum, sum ár um ár, leggja tímar, dagar, vikur og mánaðir í at ríka og fjøltáttað okkara vanliga gerandisdag.

At Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar í Vági taka okur sum eina heiðran av tí arbeiði, sum tær 100 tals lokalu eldsálirnar gera føroyska mentanarlívinum at frama.

Okur eru onkursvegna stødd í hjartanum av mentanarlívinum í Vági.

Her í Gamla skúla, sum er meiri enn 150 ára gamal, halda Ruth Smith Savnið og Vágs Sóknar Bygdasavn til – og tykur hava heilsa uppá undangongu fólkini.

Í grannalagnum er eisini Stóra Pakkhús, sum varð klárt at ríva niður, tá lokalar eldsálir fóru undir at fáa húsið í upprunastand í 2001.

Niðanfyri Stóra Pakkhús er Garðabrúgv. Fyrr lógu skip við Garðabrúgv, men tað er í dag ov grunt til at flaggskip okkara sluppin Johanna fær ligið við Garðabrúgv. Stutt kann staðfestast, at uttan lokalar eldsálir, so var sluppin Johanna ikki til í dag. –Og eg má skoyta uppí, at eg fegnist um, at Mentamálaráðið hevur tikið stig til skipanin við stuðli til mentanarsøgulig skip, sum lættur um hjá m.ø. sluppini Johannu.

Í neystum her niðri á Skammýri og hinumegin land eiga nakrir av teimum 10 søguríku grindabátunum úr Vági heima. Tann elsti, Gjógvarabáturin er 140 ár, og fýra aðrir eru eldri enn 100 ár – og hesir bátar verða brúktir hvørt ár av vitjandi ferðafólki og av okkum á grindabátaferðum kring alt landið. –Eg vænti, at tað við tíðini eisini fer at koma ein skipan, har Landsins myndugleikar taka stig til at tryggja, at tann gamli føroyski báturin verður varðveittur.

Tað er eisini her í økinum, at nýggjárhaldið í Vági byrjaði fyri 50 árum síðani – og hóast veður umstøðurnar kanska ikki eru tær bestu, so hava okur fingið Nýggjársnevndina at enda hátíðarløtuna í kvøld, tá eitt sindur av fýrverki verður skotið.

Hetta eru nakrir av mongu mentunarfelagsskapunum í Vági. Kvøldið er ov stutt til at nevna øll feløg og einstaklingar innan sang, list, skaldskap og so framvegis, sum virkað í gerandisdegnum í Vági.

Enn einaferð takk fyri at tykur sýndi okkum tann heiður at handanin av Mentanarvirðislønum Landsins komu til Vágs.
Og vil eg eisini nýta høvið at geva landsstýrismanninum eina lítla gávu frá Vágs kommunu til minnis um dagin.

 

Takk fyri !

 

Myndina tók Sævar Halldórssson

Last modified: 16. januar 2014