Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Mentanarvikan nærkast

14. april 2019

Sum kunnugt verður Mentanarvika í Vági í døgunum frá mánadegi 29. apríl til sunnudagin 5. mai. Komandi dagarnir verður her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu varpað ljós á ymisku tættirnar í skránni.

Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað. Ikki minst er eitt nýtt spennandi annarleiðis tiltak á skrá undir heitinum Matgonga – meiri verður eisini at frætta um hetta seinni.

 

Last modified: 14. april 2019