Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Menning av útjaðaranum – stendur bara upp til okkum sjálvi!

9. februar 2016

Dennis Holm_1

Í útjaðaranum kring landið, ikki minst í Suðuroynni, vóru vit uttan iva fleiri sum fegnaðust um, at hugtakið “økismenning” í heyst aftur var at síggja sum ein av mongu grundarsteinunum í orðaða landspolitikkinum, eftir at hugtakið onkursvegna hvarv úr føroyskum politikki fyri eini 5-6 árum síðani.

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið hjá verandi samgongu, verður undir yvirskriftunum “Samferðsla og økismenning” og “Livandi útoyggj og smápláss”, m.a. skrivað (útvald brot, skjalið í fullum líki her: http://cdn.lms.fo/media/6803/fylgiskjal-mal-at-fremja-kvf.pdf):

  • Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum, eins og tað skal bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.
  • Samgongan tekur undir við og vil stuðla vinnuligum átøkum í nærumhvørvinum, eitt nú vakstrarætlanum og íverksetanarátøkum kring landið.
  • Samgongan ynskir at føra ein virknan politikk fyri at varðveita og stimbra lív og virksemi á smáplássum og útoyggjum.
  • Arbeiðast skal fyri at skipa spennandi arbeiðspláss í útjaðara og á útoygg, og stuðlað verður undir granskingartiltøk, søvn, íverksetan o.a. á smáplássum.

Hetta ljóðaði spennandi – og ljóðar framvegis spennandi !

Endiliga ein samgonga, sum torir at seta orð á, at økini kring landið mugu fáa lut í virkseminum og vøkstrinum sum er innan almenna fyrisiting og –tænastur. Hetta eru virkisøkini við flestu størvum til útbúgvin fólk, og ikki minst har tað eru størv leys at søkja stórar partar av árinum.

Sæð við útjaðara-brillum, so hevur tað verið og er framvegis ein trupulleiki, at hesi størv einamest eru í miðstaðarøkinum, og ein starvssetan hjá almennum stovni í miðstaðarøkinum fyri t.d. ein suðuroying merkir, at tú og familjan mugu flyta til miðstaðarøkið.

Men nú sá út til, at samgongan vildi nakað annað. Samgongan skrivar jú beinleiðis: “Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum (…)” og “arbeiðast skal fyri at skipa spennandi arbeiðspláss í útjaðara og á útoyggj (…)”.

Hetta er júst nøkur av teimum viðurskiftunum, sum vit í útjaðaranum – serliga har møguleika ikki er fyri dagliga at pendla til arbeiðis í Havn – hava umrøtt og roynt at fingið á dagsskrá. –Og nú var tað har! Endiliga!

Samgongan hevur ikki sitið í langa tíð, og nógvir átroðkandi spurningar hava verið á skránni, sum hava kravt arbeiðsorku og raðfesting. Tað er tí væl skiljandi, at ikki stórvegis ítøkiligt innihald er skipað kring nevndu ætlanir, hóast vit bíða í spenningi.

Ein ítøkilig ætlan, sum stríðir beint ímóti politikkinum, sum samgongan sjálv hevur sett út í kortið, er tó blástempla av samgonguni.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum hevur í skrivi dagfest 5. feb. 2016 staðfest, at hann metir avgerðina um at flyta Aliumsitingina, ein almennan stovn, úr Suðuroynni til Havnar verða eina vanliga fyrisitingarliga avgerð, sum stjórin í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann taka uttan at spyrja nakran eftir.

Við hesum er ein almennur stovnur niðurlagdur í Suðuroynni og fluttur til Havnar.

Skuffandi at hetta málið skuldi enda soleiðis, og ikki minst lítið virðiligt fyri starvsfólkið á Aliumsitingini og familjuna. Eitt starv varð leyst at søkja, starvsstaðurin var í Vági, og tey fegnaðust um møguleikan at leita aftur á gamlar gøtur eftir áramál í útlegd. Nú stovnurin uttan orsøk verður fluttur, er livibreyðið tikið frá teimum – og við tí eisini møguleikin fyri at virka her á staðnum.

Útjaðara Føroyar eru aftur hart og kontant mintar á, at ongin kemur og ger nakað fyri okkum. Streymurin, sum dregur inn í miðstaðarøkið er harður og dregur til sín hvønn dag, eisini í dag !

Í Suðuroynni nærkast fólkatalið 4.500 og búgva tað nú útvið 300 fólk færri í Suðuroynni enn tað gjørdi fyri umleið 100 árum síðani (í 1921) – ja, fyri 100 árum síðani, tá fólkatalið í Føroyum var næstan 30.000 lægri enn tað er í dag !

Fólkatalið í Suðuroynni er seinastu 5 árini minkað við fleiri enn 150 fólkum, og seinastu 25 árini við nærum 1.250 fólkum. Hetta hóast eitt nýtt stórt virkið við fleiri enn 100 arbeiðsplássum fór ígongd í Suðuroynni herfyri.

Hví so nógv hóvasták um at ein almennur stovnur og arbeiðspláss har verður niðurlagt og flutt til Havnar: Tí í Suðuroynni telur hvørt arbeiðspláss við og arbeiðspláss er ein av høvuðsgrundarsteinunuum undir familjuni.

Niðurleggingin av hesum almenna arbeiðsplássinum skundar so í øllum førum ikki undir hvørki fólkavøkstri ella at fólkatalið stendur í stað í Suðuroynni.

Enn sum ávur stendur tað upp til okkum sjálvi í útjaðaranum, og bara okkum sjálvi, at tryggja, at Suðuroyggin og restin av útjaðaranum í Føroyum hevur eina framtíð.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Last modified: 9. februar 2016