Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Meiri inn í skatti í november

3. december 2014

Vágs Havn 2013

Skattainntøkurnar fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 eru betri enn mett í Fíggjarætlanini fyri árið 2014.

Í november 2014 fekk Vágs kommuna 3,085 míó. kr. í persónsskatti. Hetta eru góðar 0,2 mió. kr. meiri enn sama mánað í 2013, ella góð 7% hægri í 2014 enn í 2013.

Vágs kommuna hevur annars fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 fingið nakað meiri inn í persónsskatti enn sama tíðarskeið í 2013. Fyrstu 11 mánaðirnar í 2013 fekk Vágs kommuna 32,9 mió. kr. inn í persónsskatti. Í 2014 er inntøkan 33,9  mió. kr. ella 1 mió. kr. meiri enn í 2013.

Leggast kann afturat, at við undantøku av tveimum mánaðum hevur Vágs kommuna allar mánaðir í 2014 fingið hægri persónsskattainntøku enn í 2013, tó var skattainntøkan í januar í 2014 tann sama sum í januar 2013.

 

Betri enn mett í fíggjarætlanini

Inntøkurnar frá persónsskatti í 2014 eru eisini væl hægri enn mett í Fíggjarætlanini fyri 2014. Í fíggjarætlanini fyri 2014 varð mett, at Vágs kommuna fór at fáa 35,6 mió. kr. í persónsskatti. Nú 11 mánaðir eru farnir, bendir alt á, at persónsskattainntøkurnar verða millum 1,0 og 1,5 mió. kr. hægri í 2014 enn mett varð í fíggjarætlanini fyri árið.

 

Last modified: 11. december 2014