Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

MEGD á vitjan í Vágs kommunu

9. februar 2021

20. januar kom MEGD suður á vitjan í Vági, eftir áheitan frá Vágs Kommunu. Páls Høll skal hava eina lyft til svimjihylin, soleiðis at tað er meira atkomuligt fyri fólk við rørðslutarnið. Kommunan hevði tí brúk fyri ráðgeving, og samstundis nýttu Tóra við Keldu, forkvinnu í Megd og Jónvør Christiansen, aðalskrivari, og umboð í Vágs kommunu høvi at vitja aðrar kommunalar stovnar.

Vitjað var í Pálshøll, í Marghøllini og á ítróttarøkinum á Eiðinum. Tóra og Jónvør vóru sera glaðar fyri at hugsað var um atkomu fyri teirra limir. Víst var tó á, at ynskiligt hevði verið við eini lyft uppá til felagsøkið í Marghøllini. Bæði Pálshøll og Vágs Høll hava p-básar til teirra limir, beint við inngondina. Í Miðbýnum er eisini ein P-básur til rørslutarnaði.

Tær báðar vóru eisini inni á gólvinum í Miðlatúni. Her vóru tær serliga væl nøgdar, bæði tí at tað var lætt atkomuligt, men eisini tí wc var sera væl egnað til teirra limir. Miðlatún hevur, sum eitt av teimum heilt fáu í landinum, eina dupulta skiftibriks soleiðis at man eisini kann skifta størri børnum.

Samanumtikið hildur tær, hóðast okkurt írestar, at Vágs Kommuna nokk er tann kommunan sum hevur flest góð atkomulig tilboð til teirra limir.

Last modified: 9. februar 2021