Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Matgonga í Vági í mentunarvikuni

18. april 2019

Í Mentunarvikuni í Vági er eitt annarleiðis spennandi mattiltak á skránni undir heitinum Matgonga. Matgongan vitjar á fýra matstøðum í Vági, sama kvøldið, har borðreitt verður við einum betri bita og onkrum leskandi afturvið.

Matgongan byrjar í Miðlatúni har gestirnar verða býttir í bólkar og fara so runt frá einari matstovu til aðra. Á hvørjari matstovu verður bjóðað ein rættur og drykkivørur afturvið. Steðgað verður á hvørjari matstovu í umleið 25 minuttir og verða so brúktir 5-10 minuttir at ganga til næsta matstað.

Matgongan gevur lokalum og vitjandi høvið at fáa eitt annarleiðis matupplivilsi í Vági á fýra ymiskum matstøðum í býnum.

Matgongan verður ónsdagin 1. mai 2019 og byrjað verður við Miðlatún kl. 18.00.

Pláss við Matgonguni kunnu keypast í Miðlatúni í Vági, kostnaður 350,- kr. Freistin fyri at keypa pláss við Matgonguni er mánadagin 29. apríl 2019 kl. 16.00.

Last modified: 18. april 2019