TT

Marghøllin í Vági

Størsta ítróttahøll í landinum

Á Oyrunum 12, 900 Vágur

Marghøllin í Vági varð tikin í nýtslu í januar 2018, tá fyrstu fótbóltsvenjingarnar vóru í høllini. Á sumri 2018 varð eisini klintriveggur settur upp.

Marghøllin er størsta ítróttahøll í landinum og einasta høll í landinum við innandura graslíkisvølli (½ stødd). Í Marghøllini er eisini hægsti klintriveggur í landinum og ein bouldering-klintriveggur. Í Marghøllini eru eisini møguleikar til frælsan ítrótt; við rennibreyt, lopgrøv og hæddarlopi. Marghøllin í Vági bjóðar tískil framúr umstøður til alskyns ítrótt og undirhald.

Umframt umstøður til ítrótt, so eru í Marghøllini eisini 4 skiftirúm, fundarhølir og skrivstovur, og eisini eitt stórt alrúm til størri fundir, felags tiltøk o.a.

Upplatingartíðir

Mánadag - fríggjadag: 08.00 - 22.00

Leygardag - sunnudag: 09.00 - 18.00

Leiga Marghøllina

Leiga Alrúm til fundir ol.: 1.000,00 kr. (gerandisdagar)

Leiga til føðingardagar (hoppiborg og alrúm): 1.000,00 kr. (gerandisdagar)

Prísurin fyri at leiga Alrúm leygardag, sunnudag, halgidagar: 1.500,00 kr. frá (1/1-2022)

Leiga til Fótbólt, spæl ol. 1,5 tíma: 400,00 kr. ella (40.00 pr. persón)

Klatring við Instruktøri min 4-6 persónar: 200,00 kr. pr. persón

Leiga av Massagukliva: 50,00 kr. tíman

Um Marghøllina

Marghøllin er ein stórur bygningur. Longdin er 75,3 m. og bygningurin er 50,0 m. breiður. Hæddin innan er úti við síðurnar 5,7 m. og á hægsta punkti er høllin 13,1 m. høg. Uttan er hæddin úti við síðurnar 7,0 m. og á hægsta punkti er høllin 14,9 m. høg.

Høllin er bygd upp av stálkonstruktión, sum er fest niður á betonfundament, sum er stoypt runt allan bygningin. Høllin er klædd við einum membrani (ein sokallaður composite membrane) frá heimskendu fronsku verksmiðjuni Serge Ferrari Group.

Høllin er projekterað í samstarvi mllum føroyskar og finskar verkfrøðingar sambært krøvunum til bygging av slíkum høllum í Føroyum.

Hallir av hesum slagnum, við stálkonstruktión og membrani sum klædningi, eru vanligar kring allan heim, og verða eisini brúktar til alskyns endamál; ikki bara til fótbólt og annan ítrótt, men eisini til ymisk sløg av goymslum, sum hangar á flogvallum o.a. 

Membranurin er gjøgnumskygdur, skilt soleiðis, at ljós kemur inn gjøgnum membranin, og ljós eisini skýnur út gjøgnum membranin, hóast tú ikki sær gjøgnum membranin. Summarhálvuna verður høllin sostatt upplýst av dagsljósi. Vetrarhálvuna koma LED-ljós at lýsa høllina upp.

Marghøllin verður ikki upphitað. Membranurin hevur sjálvvirkandi ventilatión, soleiðis at hitin inni og uttanfyri høllina er hin sami. Ventilatiónin tryggjar harumframt eitt gott luftskifti í høllini.

Klintriveggir

Í Marghøllini í Vági er størsti klintriveggur í Føroyum. Í høllini er ein høgur klintriveggur við nógvum ymiskum klintrileiðum og ein lægri boulderingveggur.

Á stóra klintrivegginum eru bæði minni og meiri avbjóðandi rutur, soleiðis at bæði óroyndir og royndir klintrarar kunnu fáa avbjóðingar á vegginum. Øll klintring á høga vegginum verður skipað av instruktøri og við sikring.

Boulderingveggurin er eisini ein spennandi veggur, har tú fær roynt teg á byrjunarstigi, men samstundis kann taka av størri avbjóðingum. Boulderingveggurin er umleið 5 metrar høgur. Undir vegginum er tjúkk madrassa, so tú kanst klintra uttan sikring og instruktør.

Rennibreyt og lopgrøv

Í marghøllini eru eisini umstøður til frælsan við rennibreyt og lopgrøv.

 

Fundarvirksemi

Umframt umstøður til ítrótt, so eru fundarhølir og skrivstovur - og eisini eitt stórt alrúm til størri fundir, føðingardagar o.a.

Venjingarlegur

Í Marghøllini eru bestu venjingarumstøður í landinum til fótbólt og frælsan ítrótt. 

Føðingardagar og onnur tiltøk

Tað ber eisini til at leiga marghøllina til ymisk onnur tiltøk, so sum føðingardagar, sølustevnur og annað.

Send fyrispurning