Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Marghøllin alment tikin í nýtslu

18. juni 2018

Stórt hundrað lið av fólki í øllum aldrum og úr øllum landinum høvdu leitað sær í Marghøllina fríggjadagin 15. juni 2018, tá Marghøllin í Vági varð alment tikin í nýtslu á hátíðarløtu.

Dagurin varð skipaður við røðum, tónleiki og fótbólti, og sjálvandi varð bjóðað bæði kaffi, te og kaka og frukt, og børnini fingu sunkist.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, flutti fram røðu til hátíðarhaldið:

 

Góðu vágbingar, suðringar og gestir kring alt landið

Vælkomin til Vágs, vælkomin í Marghøllini í Vági – vælkomin til hátíðarløtu, nú hendan í landinum størsta høllin til ítrótt, rørslu og upplivingar verður alment tikin í nýtslu.

 

Tað liggur onkursvegna í okkara lokala DNA’i at hugsa nýtt, at hugsa annarleiðis, at ganga nýggjar leiðir og síggja nýggjar møguleikar í nærumhvørvinum.

Talan er uttan um iva um ein arv frá teimum, sum undan gingu – sum við slóðbrótandi verkætlanum gjøgnum tíðirnar hava bygt bæði bý og land.

Úr rúgvini kunnu nevnast

  • elverkið í Botni í 1921
  • stóru havnaútbyggingarnar longu í 1920unum
  • el-drivni tráðbanan á Eiðinum frá 1929
  • býarplanurin við tvísporaðum vegi í Vági longu áðrenn bilar vóru vanlig sjón
  • stovnanin av Suðuroyar Sparikassa
  • og so framvegis

Eisini á ítróttarøkinum hava okur í Vági verið í front.

Ítróttarhøllin á Eiðinum, Vágs Høll, varð bygd í 1979 og í 1980 og var i januar 1980 og karmur um heims-meistarakappingina í hondbólti, C-HM – og hevur síðani hetta ríkað okkum mangar løtur, bæði til hondbólt, fótbólt og annan ítrótt.

Graslíkisvøllur varð lagdur á fótbóltsvøllini á Eiðinum í 1987, millum fyrstu í landinum.

Og í grannalagnum vestanfyri varð Páls Høll, fyrsti 50 m. svimjihylur í Føroyum, tikin í nýtslu í 2015 og var Páls Høll eisini í fjør karmur um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í svimjing.

 

Í dag er so komið á mál við byggingini av Marghøllini í Vági – og okur eru savnaði her fyri í felag at hátíðarhalda dagin.

 

Ítróttur er ein sera avgerandi partur av lívinum hjá okkara børnum og ungu – hjá okkum vaksnum og ikki minst hjá teimum, sum eru komin til árs.

Tað er í ítróttini, at okkara ungu gerast partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi, samstundis sum tey við ítrótt og rørslu fáa kennskap til kapping, til tað at seta sær mál, bæði sum einstaklingar og í felag, og ikki minst kemur tað við ítrótti eisini fokus á egnan kropp, kost, hvíld og lívstil sum heild.

Eisini í vaksnamannalívinum er ítróttur ein stórur partur av gerandisdegnum hjá stórari fjøld, antin talan er um ítrótt á kappingarstøði ella bara sum rørsla. Og bæði í vaksnamannalívinum og tá okur koma til árs, so er ítróttur og rørsla eisini ein av týðandi grundarsteinunum, tá umræður at hava eitt heilsugott lív.

 

Við Marghøllini hava øll við áhuga fyri ítrótti og rørslu fingið nýggjar møguleikar og nýggjar karmar. Fótbólturin hevur fingið umstøður til at venja alt árið uttan at hugsa um ávirkan av vindi, regni og kava.

Tey við áhugað fyri frælsum ítrótti, ikki minst Rørslufelagið Hvistan, hava fingið góðar umstøður til at venja bæði kendar og onnur sløg av frælsum ítróttagreinum.

Longu nú eru tað fleiri tilkomin og eldri, sum um dagarnar leita sær í Marghøllin at ganga ella renna ein túr, tá veðrið ikki er tilvildar uttandura.

Dagstovnaøkið og skúlaflokkar eru eisini gestir í Marghøllini at kalla hvørja viku – har tað umframt rørslu, ítrótt og spæl eisini er møguleiki at slappa av og eta matpakkan í snotiligum umstøðunum her í innibygninginum.

Ítróttaháskúlin er eisini fastur gestur í Marghøllini og hava tey longu víðkað horisontin fyri innihaldinum í høllini, tí umframt kendu ítróttagreinarnar, so er rope-sving og amerikanskur fótbóltur eisini vorðin partur av virkseminum í Marghøllini.

-Og við stóra klatrivegginum, sum við sínum 250 m2 verður ein av stóru klatriveggunum eisini í Norðurlendskum høpi, verður ein heilt nýggj verð latin upp fyri bæði Ítróttaháskúlanum og okkum øllum, sum hava áhugað í nýggjum avbjóðingum.

 

Ongin ivi er um, at Marghøllin longu hevur givið og framhaldandi fer at geva nýggjar møguleikar. Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy, hevur longu staðfest, at frá at tað vóru færri enn 5 gentur og kvinnur, sum spældu fótbólt í FC Suðuroy í fjør, eru tær í dag fleiri enn 70 í tali. Stórur vøkstur er eisini í talinum av dreingjum sum spæla fótbólt – og ongin ivi er um, at Marghøllin er millum høvuðsorsøkirnar.

 

Marghøllin er eitt fanstastiska spennandi tilboð til okkum øll kring fjørðin og í oynni sum heild. Men Marghøllin er eisini eitt tilboð til ítróttar- og rørslufeløg aðrastaðni úr landinum. Og á tann hátt gerst Marghøllin eisini ein partur av arbeiðinum við at skapa menning og meirinntøkur í samband við gisting, hjá matstovum, handlum og kioskum og í samband við aðrar upplivingar í nærumhvørvinum.

Karmarnar kring Marghøllina rúma eisini annað enn fótbólt, frælsan ítrótt og klatring. Her kunnu eisini skipast onnur stór ítróttartiltøk, sum til dømis hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark (eins og víst er á plakatunum í høllini). Her kunnu skipast stórar messur og stórar konsertir og so framvegis.

Jens Petur Brattalíð, leiðari, hevur eisini longu sett á skrá fleiri spennandi tiltøk fyri komandi hálvár, sum eisini fara at føra við sær fleiri ringvirkningar í nærumhvørvinum, út um víðu karmarnir her í Marghøllini.

Í veruleikanum er tað bara fantasi’urin, sum setur avmarkingar fyri hvørjir tiltøk kunnu skipast í hesum stórslidnu umstøðunum.

 

At enda fari eg at takka nevndini í Vágs Ítróttarráð – Annu Brattaberg Samuelsen, Palla Augustinussen (sum tíverri ikki fekk verið her í dag), Jón Paula Olsen, Kára í Lágabø og Marner Tausen; hallarleiðaranum Jens Petur Brattalíð – fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt, nú Marghøllin í Vági alment verður tikin í nýtslu.

 

Hjartaliga tillukku til okkum øll.

Takk fyri.

 

Last modified: 18. juni 2018