Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Magnus Pauli West leiðari av Miðlatúni og Visit Suðuroy í Vági

7. oktober 2020

Í summar varð lýst eftir leiðara til Miðlatún og Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági, og nú er greitt, at Magnus Pauli West verður leiðari fyri hendan spennandi og týðandi tænastustovn í miðbýnum í Vági.

Magnus Pauli er 32 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í Mentan, Samskifti og Globalisering og hevur eisini bachelor útbúgving í International Business Communication, og akademi útbúgving í Altjóða handli og marknaðarføring. Harumframt hevur Magnus Pauli eisini tikið ískoytisútbúgving í talgildari marknaðarføring.

Kjarnuøkini í útbúgvingunum fevna um marknaðarføring, leiðsla/organisationskultur, mentan, altjóðagerð, og ferðavinnu. Magnus Pauli hevur arbeiðsroyndir frá almennu og privatu vinnuni, bæði her í Føroyum og uttanlands, og hevur hartil eisini drúgvar royndir frá arbeiði í sjálvbodnum felagsskapi.

Eg gleði meg til eitt spennandi starv sum leiðari av Miðlatúni og Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági, sigur Magnus Pauli. -Og eg gleði meg eisini til, í samstarvi við lokalar kreftir og vinnuna, at fáa ein virknan leiklut at menna, marknaðarføra og samskipa útboðið av tilboðum og tænastum ætlaðar ferðavinnu og øllum í nærumhvørvinum.

Magnus Pauli og familjan hava seinastu árini búð í Danmark, men flyta í næstum til Vágs, har Magnus Pauli byrjar í starvinum sum leiðari í Miðlatúni og í Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági fyrst í november.

Skoytast kann uppí, at tað vóru 5 umsøkjarar til starvið.

Last modified: 7. oktober 2020