Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lutaíbúðarætlan: Seinasta freist er 7. apríl

31. marts 2020

Mánadagin 9. mars varð ætlanin um lutaíbúðarbygging í Vágs kommunu løgd fram á almennum fundi í skúlahøllini í Vágs Skúla (lesið meiri um tann fundin her).

Síðan hetta hava fólk havt møguleika at skriva seg upp til at gerast partur av íbúðarætlanini, og sigast má, at áhugin er sera stórur, tí umleið 25 fólk hava skrásett seg at gerast partur av ætlanini.

Tað er framvegis møguleiki at gerast partur av ætlanini, tí freistin at skriva seg upp til lutaíbúð í Vágs kommunu er týsdagin 7. apríl. Til ber at skriva seg upp her.

 

Stutt um ætlanina við lutaíbúðum í Vágs kommunu

Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum.

Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við 1 kamari, 2 kømrum og 3 kømrum. 

Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.

Húsaleigan fyri íbúð við 3 kømrum verður væntandi umleið 6.700 kr., fyri íbúð við 2 kømrum verður húsaleigan umleið 6.100 kr. um mánaðin, og fyri íbúð við 1 kamari verður húsaleigan umleið 5.000 kr. um mánaðin. Húsaleigan fevnir tá bæði um leigu, viðlíkahald og el & hita.

 

Last modified: 31. marts 2020