Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lokalar eldsálir gull verdar

2. april 2013

2013-04-Kapprodrarneystid Helgi Augustinussen

Í Vági hava okur í eitt mannaminnið verið ríkaði við at hava nógvar lokalar eldsálir.

Verkætlanir, tilboð og tiltøk, ið standa eftir lokalar eldsálir í Vági, eru nógv í tali. Úr rúgvuni kunnu nevnast sluppina Johanna TG 326, grindabátarnir, Garðabrúgv, Stóra Pakkhús, Parkin á Sandinum, Ruth Smith Savnið, Bygdasavnið, Nýggjársnevndin og ikki minst ítróttarfeløg innan fótbólt, hondbólt, svimjing og kappróður – og har eru mong afturat hesum.

Í gjár hevði stórt hundrað lið av vágbingum leitað sær í Kappróðrarneystið hjá Vágs kappróðrarfelag, sum seinastu mánaðirnar er broytt frá onkrum, ið mest líktist einum gomlum hjalli, til eitt nýmótans neyst við innbjóðandi venjingar- og felagshølum.

Undangongu maður er Helgi Augustinussen, í Vági vanliga nevndur Hegga. Hegga hevur saman við øðrum, ikki minst kappróðrarfólkinum, staðið fyri stóru broytingini av kappróðrarneystinum hjá Vágs Kappróðrarfelag. Hegga greiddi í gjár frá, at næsta stigið er at fáa bygt umklæðingarrúm uppí verandi neyst og hetta arbeiðið ætla teir at fara ígongd við beinanvegin.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um stóra arbeiðið, sum lokalar eldsálir í Vági gera, og takkar vegna býin Hegga og fylgi hansara fyri stóra arbeiðið, tey hava lagt í kappróðrarneystið.

Borgarstjórin fegnast eisini um, at fólk, feløg og fyritøkur hava stuðlað tí megnar arbeiðið, sum Hegga hevur staðið á odda fyri í kappróðrarneystinum hjá Vágs kappróðrarfelag.

 

Last modified: 6. april 2013