Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ljós framvið gøtuni við Laksá

7. februar 2017

Í fjør varð farið undir at fyrireika at fáa ljós framvið gøtuni inni Á Sandinum og framvið gøtuni framvið Laksá. Og nú er hetta arbeiðið komið á mál.

Undan ársskiftinum vórðu ljósini framvið gøtuni inni Á Sandinum sett upp, og nú eru ljósini framvið gøtuni við Laksá eisini sett upp.

Sostatt eru nú ljós framvið gøtuni heilt frá Tríkantinum á Sandinum, inn Á Sandin, framvið Laksá og kring Vatnið, og kunnu fólk her á leiðini og vitjandi nú fara ein kvøldar-túr á hesa vøkru leið.

 

Last modified: 7. februar 2017