Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lív í Baianstovu framsýning í Miðlatúni

19. maj 2015

2015-05-LiB-malningur

Ein afturvendandi partur av virkseminum í Miðlatúni í miðbýnum í Vági er at hava listaframsýningar. Og tann fyrsta framsýningin í Miðlatúni er við Lív í Baianstovu.

Lív í Baianstovu er listakvinna, sum umframt málningalist, eisini hevur givið út fløgu. Lív hevur gingið 1 ár á listaskúlanum Billedskolen og hevur havt framsýningar í Føroyum og í Keypmannahavn.

Lív sigur, at tað sum inspirerar meg, er tann livandi sálin og menniskjans møguleiki at blíva autentisk.

Og nú ber altso til, at síggja málningar eftir Lív í Baianstovu í Miðlatúni í miðbýnum í Vági.

 

 

Last modified: 19. maj 2015