Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lesið til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági

23. september 2015

Namsfrøði

Síðan Fjarlestardepilin varð stovnaður á várið 2013 hevur stórur eftirspurningur verið eftir pedagog-útbúgving umvegis fjarlestur. Tí fegnast vit um, at samstarv nú er fingið í lag millum Fjarlestrardepilin og UCC-Nord í Danmark, soleiðis at tað ber til at lesa til pedagog á Fjarlestrardeplinum í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Arbeitt hevur verið í longri tíð við at fáa í lag hesa skipan og nú komið er á mál, merkir hetta, at føroyingar kunnu lesa til pedagog umvegis fjarlestur, uttan at fara av landinum fleiri ferðir um árið í samband við fjarlesturin, eins og vanligt hevur verið í samband við pedagog-útbúgving sum fjarlesandi.

Útbúgvingin verður skipað sum ein kombinatión av fjarlestri og undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági. Ítøkiliga merkir hetta, at tað í Vági verður fjarundirvísing fimm vikuskiftið (fríggjadag og leygardag) hvørja lestrarhálvu, umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Harumframt verður eisini nakrar undirvísing í Vági, har undirvísarar frá UCC-Nord koma á staðið.

Fyri lesandi merkir hetta, at tey kunnu lesa til pedagog uttan at hetta hevur stórvegis ávirkan á teirra gerandis- og arbeiðslív. Harumframt slepst undan stórum kostnaði við at ferðast til t.d. Danmarkar í smb. við fjarlestrar-útbúgvingina, eins og vanligt hevur verið.

Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, so er eisini gjørt samstarv við UCC-Nord um merit-útbúgvingina, tað vil siga at fólk við drúgvum royndum innan t.d. barnaansingarøkið nú kunnu taka pedagogútbúgving sum merit-útbúgving.

Vit fegnast um at tað við hesum er vorðið gjørligt hjá fólki at taka enn eina útbúgving í Suðuroynni, hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin og møguleikarnir hjá fólki at støðast í Suðoynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum leggur afturat, at fólk úr øllum landinum sjálvandi kunnu søkja inn á útbúgvingina á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Lesið meiri um upptøku og pedagog sum fjarlesandi á heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum: www.fjarlestur.fo

Last modified: 23. september 2015