Sum vant, so ber til hjá lesandi, sum vitja heima um páskini, ókeypis at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.
Nógv leita heim at halda páskaferiu saman við sínum nærmastu, og bjóða vit lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.
Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti (eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc), og allir hentleikar lesandi annars hava tørv á, t.d. internet, printari / kopimaskina, og so framvegis.
Tey, sum hava áhugað í at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost adressu: vagur@vagur.fo ella leggja leiðina framvið á Kommunuskrivstovuni í Vági.
Last modified: 26. marts 2015