Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lesandi hava atgongd til Fjarlestrardepilin um jólini

14. december 2020

Eins og vanligt er, so kunnu lesandi brúka hølini í Fjarlestrardeplinum ókeypis um jólini. Hesi jólini verða øðrvísi, og tað merkir, at tey sum ynskja at brúka Fjarlestrardepilin mugu virða almennu koronatilmælini. Harafturat skulu lesandi útisetar kunna vísa negativa koronuroynd frá 6. degi, áðrenn atgongd til Fjarlestrardepilin fæst.

Í Fjarlestrardepilinum eru góðar umstøður hjá lesandi at hugsavnað og fyrireika seg til prógvtøkur og komandi lestrarhálvu. Fjarlestrardeplin rúmar eitt stórt undirvísingarhøli, trý bólkarúm, køk og wc. Afturat hesum eru aðrir hentleikar sum internet og printari/kopimaskina.

Tey, sum ynskja at brúka Fjarlestrardepilin um jólini, kunnu venda sær til Miðlatún á teldupost adressu: info@vagur.fo ella ringja 239390.

Last modified: 14. december 2020