Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Lesandi aftur hølir um jólini

12. november 2014

2013-10 Fjarlestrardepilin (3)

Eins og undanfarin ár, kunnu lesandi í desember og januar ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Desember og januar er tíðin har nógv lesandi eru heima og halda jól. Men hetta er eisini tíðin, har lesandi hava nógv á skránni, bæði tá umræður at skriva uppgávur, gera ritgerðir og lesa til próvtøku.

Vit bjóða útisetum vælkomnum heim til jóla og vilja samstundis bjóða lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti (eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc), og allir hentleikar lesandi annars hava tørv á, t.d. internet, printari / kopimaskina, og so framvegis.

Tey, sum hava áhugað í at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost adressu: vagur@vagur.fo ella leggja leiðina framvið á Kommunuskrivstovuni í Vági.

Last modified: 12. november 2014