Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

LEKTIU-kafein letur nú upp kl. 12.30

13. november 2013

2013-10 Fjarlestrardepilin (2)

Lektiu-kafein hevur nú verið virkin í ein góðan mánað.

Lektiu-kafein hevur hendan fyrsta mánaðin verið opin frá kl. 13.00 til kl. 15.00, men nú verður upplatingatíðin broytt, soleiðis at opið er týsdagar og tórsdagar frá kl. 12.30 (tá tey fyrstu børnini fáa frí úr skúlanum) og til kl. 15.00.

Ein onnur broyting er, at tað ikki er neyðugt at siga frá, um børnini koma á lektiu-kafeina. Øll eru vælkomin at møta upp í Lektiu-kafeini, sum heldur til í Fjarlestrardeplinum, týsdag og tórsdag.

Undirtøkan fyri lektiu-kafeini hevur verið hampiliga góð. Tað eru hvønn týsdag og tórsdag seinnapart fleiri børn, sum brúka lektiukafeina.

Lektiukafein verður skipað av fólki við læraraútbúgving.

 

Last modified: 13. november 2013