Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Leggja spillvatnsleiðing við Sandin

17. december 2017

Seinastu vikuna hava menn hjá Teknisku deild arbeitt við spillvatnsleiðingini vesturi við Sandin.

Arbeitt verður við at leggja spillvatnsleiðingina, sum hevur runni beint oman á Sandin í ein mansaldur, í leiðingina skamt vestan fyri Garðabrúgv, sum rennur umvegis reinsubrunn á sjógv.

Arbeiði er liður í spillvatnsætlanini hjá Vágs kommunu.

Last modified: 19. december 2017