Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Leggja nýggjan vatnkaðal frá vestara reinsiverki

20. november 2020

Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at dagføra drekkivatnsskipanina í Vágs kommunu.

Millum annað eru rør løgd niðan á Miðvatn (350 m. hædd), sum er vorðið rávatns-grundarlag á kommunalu drekkivatnsskipanini. Nýtt reinsiverk er eisini sett upp við Hvanndalsá, soleiðis at øll húski í kommununi nú fáa reinsað vatn. Og í ár er eisini gongd sett á at dagføra vatnkaðalar í kommununi.

Fyrr í summar varð vatnkaðalin út eftir Marknoyrarvegi skiftur. Og nú verður høvuðs-vatnkaðalin frá vestara reinsiverki skiftur, sum liður í at framtíðar tryggja at allir brúkarar í kommununi fáa góða vatngóðsku.

 

Last modified: 20. november 2020