Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Landsstýriskvinnan í Mentamálum á vitjan

12. februar 2016

 

Rigmor Dam Dennis Holm 02-2016

Tórsdagin 11. februar 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum á vitjan í Vági.

Umframt at vitja Páls Høll og Miðlatún, har kunningarstovan og býarbókasavnið halda til, vitjaði landsstýriskvinnan eisini Vágs kommunu, smátturnar við Laksá, sum verða brúktar í samband við Ítróttarháskúlan, og á Fjarlestrardeplinum.

Dennis Holm, borgarstjóri, tók ímóti og greiddi frá á rundferðini. Eisini varð framløga og kjak um Fjarlestrardeplinum og Ítróttarháskúlanum.

 

Last modified: 17. februar 2016